25 Nov
Tórshavn (capital)
50 DKK
Filmar

A Song Called Hate (IS)

x
Book now
Heimildarfilmur. Íslendski bólkurin Hatari fekk uppmerksemið hjá heimsmiðlunum, tá teir brúktu luttøkuna á Eurovision 2019 í Tel Aviv til at fremja politisk sjónarmið og m.a. viðmerkja stríðið ímillum Ísrael og Palestina.

200 milliónir hyggja! Tað er veruleikin hjá Hatari, einum bólki av framførslulistafólki úr Íslandi, tá teir gera av, at melda seg til Eurovision 2019. Men listabragdið fer skjótt ov vítt, tá teir verða valdir at umboða Ísland í kappingini tað árið.

Nú skulu Hatari ferðast til Tel Aviv at umboða sítt lítla land á heimspallinum. Við stríðnum ímillum Ísrael og Palestina sum bakstøði, avgera Hatari, at teir fara at royna at gera mun.

Hatari siga seg vera ein virðisløntan, antikapitalistiskan, BDSM, tekno bólk. Teirra ógvusligu lótir fáa fólka at venda sær og sinni at lata seg upp. Men klára teir at brúka sína list til at gerast partur av álvarsliga kjakinum? Ella megnar boðskapur teirra ikki at seta hol á vøkru, skínandi bobluna, sum Eurovision hevur skapt?

A Song Called Hate vísir hvussu limirnir í Hatari broytast, ímeðan teir royna broyta heimin.

Filmurin vann herfyri íslendsku filmsvirðislønina Emblu sum besti heimildarfilmur 2021. Eisini hevur hann verið vístur á stórum heimildarfilmsfesivalum so sum CPH:DOX og Oslo PIX, har hann vann heiðursløn sum besti norðurlendski dokumentarur.

Covid-19
Avmarkað pláss. Vi fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her. Minst til koronapass.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Nov 19:30

Price

Book now

Vanligt 50 DKK