09 May
Tórshavn (capital)
50 DKK
Børn & Ung

Á trillubøruferð í Norðurlondum

x
Book now
Barnavikan 2021: Loyndarfullir revar, hundasletutúrar, gandakellingar, krabbar, ísbjarnir

Loyndarfullir revar, hundasletutúrar, gandakellingar, brattlendi, sjóhestar, krabbar, ísbjarnir og eitt stórt landakort er nakað av tí børnini uppliva og kanna á “Trillubøruferðini í Norðurlondum”

“Trillubøruferðin í Norðurlondum” er ein ferð í einari ótrúligari  trillubøru. Tey smáu børnini, 3 til 5 ára gomul,  verða boðin við á túr, har tey sleppa at kenna og uppliva norðurlond gjøgnum frásøgu myndir, sagnir, tónleik, sang og skapandi virksemið. Hetta verður gjørt saman við Bergi Fonsdal Johansen og Lone Wernblad .  Aftaná er ein stutt verksmiðja har børnini skapa sínar egnu frásagnir um Norðurlond. Tey sleppa at brúka pappír og litblýantar og eitt kort, og so tosað tey um tað tey hava sæð.

Bergur og Lone gleða seg at framføra fyri børnum og barnsligum sálum í Norðurlandahúsinum. Áskoðarin er ein skapandi og livandi partur av framførsluni og øll eru vælkomin upp í trillubøruna.

Bergur Fonsdal Johannesen er basspælari, sangari og framleiðari. Hann er ein kendur føroyskur tónleikari og hevur eisini spælt nógvan sjónleik.

Lone Wernblad er tónleikari, sangari, komponistur og myndlistafólk. Hon hevur í fleiri ár staðið aftanfyri nógvar verkætlanir við fokus á norðurlendska mentan, tónleik og søgur bæði fyri ung og gomul.

Mál. Skandinavisk

Tiltakið tekur umleið 2 tímar tilsamans.

Tvs 40 min framførsla, steðgur og verkskeið

Í mesta lagi  50 fólk

Sunnudagin 9. Mai kl. 15

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

09 May 15:00

Price

Book now

Vanligt 50 DKK