29 Apr - 29 Apr
Tórshavn (capital)
Free

Altjóða dansidagur

x
DansiEksperimentið og Norðurlandahúsið hátíðarhalda Altjóða dansidagin 29. apríl.

Tann 29. apríl á hvørjum ári er altjóða dansidagur. Hendan dagin verður dansurin hátíðarhildin kring allan heimin. Dansidagurin er ein dagur, sum setir fokus á allar teir mongu eginleikarnar hjá dansinum. Ein tann størsti eginleikin hjá dansinum er at savna fólk uttan mun til aldur, kyn, mentan og so framvegis. Á altjóða dansidegnum kunnu øll vera við og dansa.

Skráin fyri dansidagin í Norðurlandahúsinum

Allan dagin

Ársins dansur verður vístur á stórskermi, so tú ert vælkomin framvið at læra teg, ella at dansa við.

Vit fara at dansa hann saman til fyrsta

 

16:30-17:15

Dansiundirvísing fyri øll í øllum aldri. Øll kunnu vera við! Undirvísari, Andrea Joensen
Vit byrja tíman við at dansa ársins dans saman, men man kann væl vera við til undirvísingina uttan at duga dansin.

17:30-17:45

Dansiframførslur (háskúla hip hop, tango og linedansur)

18:00-18:30

Undirvísing í tango fyri ung. Undirvísari, Annika Winther Klit og Sverri Poulsen

18:30-19:00

Undirvísing í linedansi fyri ung, vaksin og eldri. Undirvísari, Birgir Samuelsen og Hervør Dam Samuelsen

19:30

Ballettin Svanesøen – filmssýning frá kongaliga teatrinum í Keypmannahavn. Ballettin sigur søguna um unga prinsin Siegfried, sum verður forelskaður í yndisligu ljósu svanaprinsessuni Odette, men verður lokkaður av myrka mótsetningi hennara Odile. Ballettin vísir bardagan millum tað góða og tað ónda, kærleika og hatur. Svanesøen er ein tann mest elskaða ballettin í heiminum.

Sýningin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Ársins dansur

Í samband við altjóða dansidagin tann 29. apríl 2019 hava systrarnar og koreografarnir Maria og Marta Olsson gjørt ársins dans. Ársins dansur er eitt fyribrigdi, sum byrjaði í Danmark og Norra í 2008. Endamálið við ársins dansi er at savna fólk á altjóða dansidegnum til ein felagsdans, sum øll kunnu læra og verða ein partur av.

Her er ein upptøka og vegleiðing av ársins dansi “Ársins dansur”

Deilið ársins dans við tykkara skúlaflokk, starvsfelagar, vinir, familju og so framvegis, og latið okkum øll dansa á áltjóða dansidegnum 2019!

KAPPING

Um tú filmar ársins dans á altjóða dansidegnum tann 29. apríl, og deilir upptøkuna á Instagram ella Facebook og viðmerkir DansiEksperimentiðFøroya Fólkaháskúla og Norðurlandahúsið, so er tú við í lutakastinum um at vinna atgongumerkir til DansiEksperimentið 2019.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

29 Apr

Price

Free