05 Aug
Sandoy
795 DKK
Náttúra & uttandura

Álvaland í Sandoynni - Dysjarnar

x
Book now
Vit fara dagstúr til Dysjarnar í Norðasta Haga 5. aug. kl. 10.30.
Vit møtast við Hálsavøtnini kl. 10.30 beint heimanfyri Skopun. Við ferðaleiðara ganga vit til Dysjarnar og niðan á Tind, hægsta fjall á Sandoynni. Dysjarnar eru eitt øki, ið sær út sum eitt “álvaland”, ella ein nátúrlig grótborg.
Har er mánalandslag við grótsúlum og djúpum sprungum. Forkunnugt stað!
Enda verður á Brekkuni Stóru uml kl 16.30 soleiðis at fólk náa bussin, sum koyrir til Teistan kl. 18.35.
Torleikastig: Túrurin er tungur (torleikastig 3 av 4) og tekur 6 tímar.
Prísur
Prísurin er 795,- kr fyri hvønn. Í prísinum er íroknað ferðaleiðari, ein góður føroyskur matpakki, framleiddur á garðinum, kaffi, the og vatn.
Gevið Gætur
PS: Um tað eru 10 fólk ella fleiri ið vilja bíleggja saman, kunnu tit bíleggja við at senda okkum ein teldupost á hiking@hiking.fo ella info@visitsandoy.fo
Túrurin er gjørdur í samstarvi við Dalsgarð, Visit Sandoy og Hiking.fo.

Address

Skopun


240 Skopun
Sandoy

Contact

Website

Date

05 Aug 10:30 - 16:30

Price

Book now

795 DKK