02 Oct
Tórshavn (capital)
50 DKK
Tónleikur

Anders Riis

x
Fríggjakvøldið 2. okt kl 21 er konsert í Sirkus við Anders Riis. Kosnaður er 50 krónur, og atgongumerki fáast við dyrnar frá kl 20.30 sama kvøld.
Anders Riis hevur eitt serligt tilknýti til Føroyar. Seinastu 5 árini hevur Anders givið tvær plátur út, ið serliga hava verið í samstarvi við føroyskar tónleikarar. Samanhangurin er, at Anders og føroyski bassleikarin Torleik Mortensen eru barndómsvinir.
Torleik var við í menningini av fyrstu útgávuni hjá Anders, og innan stutta tíð hevði Torleik skotið upp samstarv við nakrar av sínum føroysku samstarvsfeløgum.
Tað gjørdist startskotið til eitt samstarv millum Torleik Mortensen, Benjamin Petersen, Per I. Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúni Poulsen.
Bólkurin, sum kemur at spæla í Sirkus, er:
Anders Riis: Sang, Guitar.
Kristian Klærke: Guitar
Torleik Mortensen: Bas
Knút Haberg Eysturstein: Keys
Hjørtur Haberg: Trommer

Address

Sirkus Föroyar

Gríms Kambans Gøta 2
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

02 Oct 21:00 - 00:00

Price

50 50 DKK