11 Nov - 23 Dec
Eysturoy
Free
Myndlist
Handlar

Søluframsýning í Ribarhús

x
Anette Sonne er útbúgvin blómu- og vindeyga-dekoratørur. Í dag arbeiðir hon sum freelance-dekoratør og lærari.
Hon var í nógv ár medeigari av blómubúðini Orkis á Glyvrum.
Hennara uppgávur sum freelance dekoratør eru ymiskar, men allar hava íblástur av blómum og náttúru.
Hetta er ein søluframsýning, har tú kanst keypa heim við av vegginum/borðunum. So framsýningin fer at broyta skap javnt og samt fram til jóla.
Við á framsýningini í Ribarhúsi eru myndaplakatir við blómum og plantum og prýði/dekoratiónir sum hóska til árstíðina.
Framsýningin er opin, tá Ribarhús er opið.
Myndirnar eru myndir, sum verða við í einari komandi urtagarðsbók. Bókin kemur út í apríl/mai 2022, og tað er Anette, saman við Búgva Róin, gartnara, sum eru handan bókina.
Í Urtagarðsbókini fært tú ráð og vegleiðing til føroyska urtagarðin.
“Frá januar til november í ár” sigur Anette, “hava vit verið á urtagarðsvitjan í nógvum ymiskum urtagørðum ymsastaðni í Føroyum – frá norði til suður. Allir eru teir ymiskir, men veita somu gleði alt árið”.
Nú í desember kemur “Urtagarðsárið“ út sum árskalendari. Í kalendaranum eru vegleiðingar og prei um urtagarðsarbeið frá januar til desember. Kalendarin kann keypast her í Ribarhúsi.
Vælkomin í Ribarhús & Piddasahandil í Fuglafirði í november og desember 2021.

 

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

11 Nov - 23 Dec Every: Thu
11:00 - 17:30

Price

Free