27 Jun
Eysturoy
125 - 250 DKK
Annað

At gerast Ceecee

x
Book now

– hesaferð hevur hon mammu sína Súnfríð Jacobsen við sær.

Yrkis-Life Coach og fyrilestrahaldari Cecilia “Ceecee” Jacobsen er komin langt, síðan hon fyrstu ferð segði frá hjartaskerandi og tó hugkveikjandin søgu síni á pallinum í Norðurlandahúsinum: søguni um at vera tann fyrsti (og leingi tann einasti) alment transkyndi føroyingurin; um hvussu ógvusligt uppvøksturin í hesum lítla samfelagi ávirkaði lív hennara, og um hvussu tað kennist at vera “kend” fyri nakað, hon ongantíð bað um og ongantíð ynskti. Oman fyri 1200 fólk hava verið og lýtt á Ceecee, og ummælini hava verið framúr góð. Serliga hava fólk latið væl at sermerktu evnum hennara at viga upp ímóti tí syrgiliga við nógvum spontanum og skemtiligum viðmerkingum, sum lyfta huglagið og gera alt tað svára lættari og enntá stuttligt at lurta eftir.

Cecilia var í Løkshøll í desember og helt fyrilestur fyri fullsettum sali. Síðani hevur hon hildið fleiri aftrat, millum annað á Bryggjuni í Keypmannahavn, og í Danmark varð hon eisini boðin til eina samrøðu í sendingini ‘Go’ Morgen Danmark’ hjá TV2.

Nú kemur hon aftur í Løkshøll, og hesaferð hevur hon mammu sína Súnfríð Jacobsen við sær. Súnfríð fer at greiða frá, lívinum sum mamma Ceciliu – tí góða, tí ringa, og tí, hon hevði ynskt, at onkur annar hevði sagt henni um at vera mamma at einum “øðrvísi” barni.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

27 Jun 19:30

Price

Book now

Undir 18 / Lesandi 125 DKK

Vanlig atgongumerki 250 DKK

Organiser

Cecilia Jacobsen

ceecee@ceeceejacobsen.com