24 Sep
Norðoyggjar
Free
Myndlist

Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum

x

Fríggjadagin tann 24. septembur 2021 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Bárður Jákupsson kemur at sýna fram.

Fernisering verður fríggjdagin kl. 16:00 og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, kemur at røða.

Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktobur 2021.

Framsýningin er opin soleiðis:

Mánadag til fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00.

Um so er, at tað ikki liggur fyri at vitja hesar tíðir, er eisini møguligt at avtalað eina hóskandi tíð við at ringja 217055 ella 227072.

Hjartaliga vælkomin!

Address

Gamla Seglhúsið

Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

24 Sep 16:00

Price

Free