26 Nov
Tórshavn (capital)
50 DKK
Filmar

Barn (NO)

x
Book now

Norskur filmur: Barn

Í einum forstaði til Oslo verður heimurin endavendur, tá eitt slag við einari skúlastasku fær ræðuligar avleiðingar, og eitt barn drepur sín floksfelaga. Var tað við vilja ella eitt óhapp? Og hvør hevur ábyrgdina? Foreldrini, lærararnir, skipanin? Syrgiliga hendingin setir nógvar tankar og tvístøður í grannalagnum í gongd, har øll kenna hvør annan, og hetta dregur høvuðspersónarnar inn í tøgn, lygnir, sjálvssvik og misskiljingar.

Ambitiøsi og hugsanarsami filmurin Barn hjá Dag Johan Haugeruds, sum vann filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2020, viðger sambandið millum børn og vaksin við stórari innliving og álvarsemi. Kenna vit okkara børn? Kenna lærarar sínar næmingar? Kunnu vit líta á børn, og hvussu nógv skulu vit gera fyri at verja tey? Hetta trupla evnið verður tó blandað við svørtum skemti, sum fær alt at kennast lættari. Serliga tá tey vaksnu ikki megna at taka ábyrgd og bera seg at sum børn.

Les meira um filmin her.

Aldursmark: Frá 11 ár og upp
Sýningartíð: 157 minuttir
Mál: Norskt við donskum undirteksti

Upprunaheiti: Barn
Enskt heiti: Beware of Children
Leikstjóri: Dag Johan Haugerud
Handritahøvundur: Dag Johan Haugerud
Framleiðslustjóri: Yngve Sæther

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Nov 19:00

Price

Book now

vanligt 50 DKK