07 May
Tórshavn (capital)
30 - 90 DKK
Tónleikur
Matur & Drekka

Barnavikuskiftið við Jassunum og Systrum

x
Book now
Konsert, Pasta & Djús

Ungi rokkbólkurin úr Runavík, Jassarnir,  byrjaði sína tónleikaferð á Eystanstevnu 2018, og nógv er hent síðan tá. Seinastu trý árini hava teir rungað á føroyska tónleikapallinum við alskins rokk tøkuløgum (ACDC og Queen) og egnum tilfari, hava vunnið árligu Stella Polaris tónleikakappingina og givið út sítt fyrsta staklag, ið kallast  “Livin’ Through a Beat”.

Ungu Jassarnir ganga allir í 7. flokki í Skúlanum við Løkin í Runavík. Teir eru  Áron Poulsen (gittar og sang), Leivur Lassen (sangari), Beinir Grønagarð (trummur) og Rókur Troest Rasmussen (bass og sang).

Í sambandi við konsertina ber til at bíleggja Pasta & Djús frá Kafe Systrar. Talan er um pasta við heimagjørdari tomatsós v/ rivnum mozzarella og eitt glas av djús (appelsin og gularót) fyri 60 kr.

Kostnaður
Bara konsert: 30 kr.
Konsert við Pasta & Djús: 90 kr.

Trygd
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað mongd av atgongumerkjum eru til sølu.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

07 May 17:00

Price

Book now

Vanligt 30 DKK

Atg. íroknað pasta og djús 90 DKK