Barnayoga í Ostahúsinum
KUNNING
Sum nakað nýtt fara vit í Margarinfabrikkini at bjóða børnum í aldrinum 4-11 ár til barnayoga hvønn leygardag í tíðarskeiðinum 4. mai – 8. juni.
(GG: Neyðugt er at melda seg til umvegis teldupost, og ikki á Facebook)
UNDIRVÍSARI
Konny Nolsøe Zachariassen, útbúgvin barnayogalærari
UNDIRVÍSINGARLIÐ
Hold 1: Smábørn 4-6 ár frá kl. 12-13 (SKEIÐIÐ ER FULT TEKNAÐ)
Hold 2: Børn: 7-11 ár frá kl. 13.30-14.30
KOSTNAÐUR
250,- fyri allar 5 ferðirnar
TILMELDING
Tilmelding fer fram á: fabrikkin@torshavn.fo
Viðm. navn og aldur á barninum.
HVAT ER BARNAYOGA
Barnayoga eru stuttligar og spælandi venjingar. Ein yogatími er ein blandingur av kropsligum rørslum, javnvág, koordinatión, smidligheit, styrki og rím og ramsir. Fyri nógv børn og vaksin er yoga ein løta við nærveru, og ein løta har tú venir at hugsavna teg.
Venjingarnar verða ofta gjørdar saman við eini søgu, har børnini t.d. gera seg til ein kettu í strekkir seg, ella ein hund sum pissar. Hvør tími endar við eini løtu við hvíld, sum børnini plaga at vera sera glað fyri.
Margarinfabrikkin hevur leingi bjóða yoga til børn sum ganga í Margarinfabrikkini dagliga, men ynskja vit nú at bjóða tað út til onnur og yngri børn eisini. Seinni í ár, verður eisini møguligt at tekna seg til familjuyoga.
Address
Ostahúsið
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
11 May - 08 Jun
Every:
Sat
12:00 - 14:30