Barokk Meistaraverk
Á Hvítusunnu verður høvi at hoyra tvey barokk meistaraverk, ið ikki eru framførd í Føroyum áður. Talan er um “Dixit Dominus” eftir Georg Friedrich Händel, og “Christ lag in Todes Banden” eftir Johan Sebastian Bach, sum Tórshavnar Kamarkór og Tarira, saman við solistunum og orkestri fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Høvuðssolistarnir eru ungu og evnaríku Hanne Marit Mordal Iversen og Sanna Bæk Hoydal.
Konsertirnar eru í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla leygardagin 22. mai kl. 16.00 og
í Fríðrikskirkjuni Hvítusunnudag 23. mai kl. 16.00
Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at stuðla við at lata pening í tunnina í inngongini.
Address
Fríðrikskirkjan
Fríðriksgøta 1
650 Toftir
Eysturoy
Date
23 May 16:00