26 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung

Barsilsfyrilestur: Børn og hjúnarskilnaður

x
Book now

Fyrilestrahaldari verður Vígdis Skorheim. Vígdis er 36 ára gomul og hevur lisið námsfrøði og Cand. Pæd. Pæd Psyk.

Hon er leiðari í MEA- húsið fyri familjumenning. Hon undirvísir eisini á Setrinum.

Fyrilesturin hesuferð snýr seg um børn og hjúnarskilna. Fyrilesturin viðgerð millum annað, hvussu børn handfara hjúnarskilna í familjuni, hvat kann skapa ósemjur millum foreldur, kensluligar støður í stava frá einum skilnaði og ymiskar samarbeiðshættir hjá foreldrum til samarbeiði.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

Tađ er avmarkað pláss (50 pláss), tí er sera umráðandi at avlýsa plássið, um tit ikki fáa møtt til fyrilesturin. Hetta kann gerast við at senda teldupost til nlh@nlh.fo ella ringja á tel. 351 351.

Fyrilesturin er opin tvs. at tú kanst melda teg til, hóast tú ikki ert í barsil. Tá skalt tú bert hava í huga, at barnaplutran, bróstageving og babyalarmar eru ein partur av rúminum.

Norðurlandahúsið hevur allar neyðugar hentleikar. Barnavognarnir kunnu parkerast í einum innskoti aftanfyri húsið, so lætt verđur at sleppa til barnavognin undir fyrilestrinum. Vesi við putliborði er beint við fyrilestrarhølið, kaffistovan Systrar borðreiðir við góðum mati og drekka, og annars er húsið eitt sansastimbrandi stað fyri bæði stór og smá.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Nov 11:00

Price

Book now Free