06 May
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Barsilsfyrilestur: Børn og motorikkur

x
Book now
Fyrilestur við Duritu Reinert, fysioterapeuti

Hvussu mennist barnið motoriskt? Hvat fyri menningarlop fer tað ígjøgnum? Hvørjar avbjóðingar síggjast ofta, og hvussu fær man fyribyrgt hesum avbjóðingum?

Durita Reinert er fysioterapeut og arbeiðir dagliga við barnafysioterapi í NB fysioterapi í Havn.

Hesuferð fer fyrilesturin at snúgva seg um børn og motorikk. Durita fer at greiða frá tí motorisku menningini hjá børnum í aldrinum frá 0-6 ár. Eisini kemur hon inn á teir sjey sansirnar, hvussu vit kunnu stimbra teir og hvussu hetta styrkir motorisku menningina hjá barninum. Og seinast, hvussu góður motorikkur førir til góðar førleikar mentalt, kognitivt og sosialt.

—————–

Kunning

Norðurlandahúsið hevur allar neyðugar hentleikar.

Barnavognarnir skulu parkerast uttandura – frammanfyri húsið ella aftanfyri í einum innskoti, so lætt verđur at sleppa til barnavognin undir fyrilestrinum.

Vesi við putliborði er bæði við inngongdina í Forhøllini og við síðuna av Skálanum. Við atliti til reinføri, mat og aðrar gestir í kafé’ini, verða tit vinarliga biðin um at skifta børnunum blæu á vesinum.

Kaffistovan Systrar borðreiðir við góðum mati og drekka, og annars er húsið eitt sansastimbrandi stað fyri bæði stór og smá.

Melda til
Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

Tađ er avmarkað pláss, tí er sera umráðandi at avlýsa plássið, um tit ikki fáa møtt til fyrilesturin. Hetta kann gerast við at senda teldupost til nlh@nlh.fo ella ringja á tel. 351 351.

Fyrilesturin er opin tvs. at tú kanst melda teg til, hóast tú ikki ert í barsil. Tá skalt tú bert hava í huga, at barnaplutran, bróstageving og babyalarmar eru ein partur av rúminum.

Trygd
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað pláss er, og til ber at halda frástøðu til onnur vitjandi. Hondspritt stendur sjálvandi frammi og til ber at fáa munnbind fyri eyka verju. Les meira um trygd í húsinum her

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

06 May 11:00

Price

Book now Free