25 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Barsilsfyrilestur: Týdningurin at lesa fyri børnum

x
Book now
Fyrilestur við Emmy Joensen frá Føroyar lesa

Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at lesa við børnum. Jú fleiri orð barnið hoyrir og fatar, jú fleiri orð hevur tað møguleika at ogna sær, eldri tað verður. At lesa er eitt tað týdningarmesta amboðið fyri dannilsi.

Á barsilsfyrilestrinum 25. februar fer Emmy Joensen frá Føroyar lesa, at greiða frá týdninginum av at lesa fyri smábørnum, at syngja fyri teimum og at práta við tey. Tí lesing er ein lykil til óteljandi góðar upplivingar, sum vit kunnu fáa sjálvi og saman við øðrum. Bókmentirnar bjóða okkum at síggja onnur menniskju og heimin, sum vit liva í, úr nýggjum og øðrvísi sjónarhornum. Vit kunnu eisini spegla okkum og lesa um onnur, ið eru í somu støðu sum vit. Hetta fer Emmy at hugleiða.

Norðurlandahúsið hevur allar neyðugar hentleikar. Barnavognarnir kunnu parkerast í einum innskoti aftanfyri húsið, so lætt verđur at sleppa til barnavognin undir fyrilestrinum. Vesi við putliborði er bæði við inngongdina í Forhøllini og við síðuna av Skálanum. Við atliti til reinføri, mat og aðrar gestir í kafé’ini, verða tit vinarliga biðin um at skifta børnunum blæu á vesinum. Kaffistovan Systrar borðreiðir við góðum mati og drekka, og annars er húsið eitt sansastimbrandi stað fyri bæði stór og smá.

Melda til
Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

Tađ er avmarkað pláss (30 pláss), tí er sera umráðandi at avlýsa plássið, um tit ikki fáa møtt til fyrilesturin. Hetta kann gerast við at senda teldupost til nlh@nlh.fo ella ringja á tel. 351 351.

Fyrilesturin er opin tvs. at tú kanst melda teg til, hóast tú ikki ert í barsil. Tá skalt tú bert hava í huga, at barnaplutran, bróstageving og babyalarmar eru ein partur av rúminum.

Trygd
Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Avmarkað pláss er, og til ber at halda minst 2 metur frástøðu til onnur vitjandi. Hondspritt stendur sjálvandi frammi og til ber at fáa munnbind fyri eyka verju. Les meira um trygd í húsinum her

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

25 Feb 11:00

Price

Book now Free