25 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Palllist
Tónleikur

Beatles Kvøld

x
Book now

Beatles Kvøldið í 2019 varð sera væleydnað og mong hava spurt um, tað verður aftur og tað verður tað.

Orkestrið The Brouci Band – The Beatles Tribute vóru eisini sera vælnøgdir við túrin í Føroyum og játtaðu beinanvegin at koma aftur til Føroyar í august 2020.

Tá visti eingin hvussu stóra ávirkan Covid-19 smittan fór at hava á ferðing og at øll konsert støð stongdu kring allan heimin. Tiltakið er síðan útsett fleiri ferðir, fyrst til apríl 2021 og nú til 25 sept. 2021.

Fyri The Brouci Band varð kvøldið í Dansifrøi nakað heilt serligt, m.a. tí dansigólvið var fult av glaðum dansandi fólkum frá fyrsta tóna og alt kvøldið. Onnur sótu og hugnaðu sær við at lurta eftir tí frálíka tónleikinum frá teimum sera vælspælandi tónleikarunum, sum eru í heimsflokki.

Vit ætla at gera kvøldið enn betri næstu ferð, m.a. fer orkestrið at byrja fyrr. Helst verður okkurt annað á skránni. Meira verður at frætta seinni.

Address

Dansifrøi


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

25 Sep

Price

Book now Free

Organiser

Fróði T Vestergaard

Website
(+298) 317376
frodi@deiggj.com