30 Mar - 05 Apr
Eysturoy
Free
Myndlist

Beinta Gaard framsýning í Ribarhúsi

x
Beinta Gaard hevur fernisering í Ribarhúsi týsdagin 30. mars kl. 16. Páskadagarnar er soleiðis opið:
Skírisdag 1. apríl kl. 13 – 16
2. páskadag 5. apríl kl. 13 – 16
Annars er opið tá Gallarí Ribarhús er opið mán. – frí. kl. 15 – 17.30 og leyg. kl. 11 – 14.
Beinta Gaard byrjaði nærum av tilvild at mála og hevur altíð brúkt sterkir litir. Seinastu árini hevur hon bara brúkt 5 litir, og so blanda sjálv – ein sera lærurík tilgongd.
Hon hevur verið á kvøldskúlaskeið hjá Randi Gunnarsdóttir síðani 2006, og hjá Finnleifi Mortensen síðstu árini.
Hvørt ár um várið er Birger Møller, sum fyrr var undirvísari á Kunstakadamiet í Århus, í Føroyum, her hann hevur havt ymisk skeið, og hesi hevur Beinta verið við til síðani 2007.
Hesi skeið hava givið henni nógv, og hon hevur sett tey ymisku skeiðini saman, og hevur skapað sær sín egna stíl.

 

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

30 Mar 2021 16:00 - 17:30
1 Apr 2021 13:00 - 16:00
5 Apr 2021 13:00 - 16:00

Price

Free