26 Nov
Eysturoy
Free
Handlar
Matur & Drekka
Trúarlív
Børn & Ung

Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði

x

Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði

Kom til ein hugnaligan dag í góðu handlunum í Fuglafirði fríggjadagin 26. nov. Jólaperurnar eru tendraðar, og hugnin er í hásæti. Kanska renna tit tykkum í livandi tónleik og sang onkrastaðni í býnum?

Fjord, NoðaStova, Kato og Vørðslan hava nógva øðrvísi vøru á hillunum og góðan avsláttur. Handlarnir hava soleiðis opið:

Fjord, Kato & Vørðslan: kl. 10 – 20

NoðaStova hevur tvey ára føðingardag og hevur opið: kl. 13 – 20

Ribarhús, Piddasahandil og Lúkukaffi hava opið frá kl. 11 – 18

Jólasølan er byrja í Piddasahandli og Ribarhúsi, sum eisini hevur eina hugnaliga kaffistovu við góðum kaffi og ymiskum leskiligum afturvið! Í gallarínum er ein søluframsýning hjá Anette Sonne við myndum og dekoratiónum.

Restaurant Muntra er opið kl. 12 – 21 og Pitsa 530 er opið frá kl. 17 – 23.

Vælkomin til ein bjartan og hugnaligan fríggjadag í Fuglafirði

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

26 Nov 10:00 - 20:00

Price

Free