03 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Bókaframløga "Føroysk Purisma"

x

Høvundurin sigur soleiðis um undirheitið:
– Orsøkin til undirheitið ‘Føroysk orð ella orð í føroyskum’ við einum spurnartekni er, at tá ið vit tosa um føroysk orð, meina vit ofta við tey orðini, vit hoyra umtalað sum tey góðu, gomlu føroysku orðini, tey sonevndu arvorðini, sum so at siga altíð hava verið í málinum, t.d. armur, bátur, gera, nú, stórur. Men bókin snýr seg eisini um tey orðini í føroyskum, sum eru komin uttanífrá, t.d. krógv og dunna (úr keltiskum), trupul (úr eldri enskum), petti (úr fronskum), blíva, betala (úr donskum, uppr. úr lágtýskum), app, kjatt (úr enskum), cappuccino, pitsa (úr italskum), kaffi (úr arabiskum). Spurnarteknið í undiryvirskriftini kunnu fólk sjálv tulka.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 17. Tiltakið er eitt samstarv millum Gamla Bókahandil og Paname Café.

Address

Paname Café

Vaglið 4
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Jun 17:00 - 18:00

Price

Free