Bókaframløga í Viðareiðis skúla
Bókaframløga í Viðareiðis skúla leygardagin
Ert tú í iva, enntá í tvístøðu, hvat tygum skulu fáast við leygardagin, skjúgva so allar ætlanir til viks og kom á bókaframløgu í Viðareiðis skúla leygardagin klokkan 16.00. Ungdómsskaldsøgan Tvístøða eftir Danial Viðoy verður løgd fram.
Nakað undan jólum kom út ungdómsbókin “Tvístøða”. Hon varð løgd fram í Norðurlandahúsinum, men tá var høvundurin, sum er sjómaður, ikki heima. Nú verður bókin løgd fram í heimbygd høvundans.
Lagt er upp til eitt hugnaligt tiltak, sum tekur atlit til Korona-tilmælini. Kaffi o.a. at drekka, søtt til góman og ein forvitnislig skrá:
Skráin
1. Høvundurin bjóðar vælkomin
Greiðir frá tilgongdini og um arbeiði handan Tvístøðu.
2. Upplestur
3. Ein ung rødd
Ummælir bókina
4. Jógvan Kallsgarð
Hugleiðir og ummælir.
5. Eydna Steinberg, forsíðuteknari
Greiðir frá sínum leikluti sum forsíðuteknari. Hon fortelur m.a., hvussu tað er at tekna eina forsíðu til eina bók, sum hon ikki las fyrr enn aftaná.
Høvundurin signerar og møguleiki verður at keypa bókina. Avsláttur á degnum.
Tvístøða
Í stuttum er Tvístøða ein ungdómsbók, men eisini bók, ið gevur eldri lesarum innlit í avbjóðingar hjá yngra ættarliðnum.Úr rúgvuni av viðmerkingum um ungdómsskaldsøguna eru hesar:
Forlagið Ungu Føroyar, ið hevur givið bókina út, sigur um bókina, at: “Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í Tvístøðu er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.”
Ummælari og viðmerkjari, Sólfinn Hansen, skrivar í Vikuskiftissosialinum, at: “Veruligar hendingar verða drignar inn í eina sorgblíða søgu um ein ungdóm, ið hevur sítt at dragast við, og hetta gevur bókini ein stak realistiskan dám.”
*Tiltakið er ókeypis, og verður sum áður sagt LEYGARDAGIN KLOKKAN 16:00 Í VIÐAREIÐIS SKÚLA.
Address
Viðareiði
750 Viðareiði
Norðoyggjar
Date
06 Feb 16:00