09 Jul - 23 Jul
Tórshavn (capital)
Free
Ítróttur & stuttleiki

Borðspælskvøld

x

Veitst tú heldur ikki, hvat tú skalt gera í summar?

Vit í áhugafelagnum Tabletop Føroyar fara í samstarv við Býarbókasavnið at skipa fyri fleiri borðspælskvøldum hvønn týsdag og hósdagg í juli mánaði frá kl 18-21. Hetta verður eitt ókeypis tiltak, so har er ongin umbering fyri ikki at stíga inn á gólvið!

Tú kanst møta upp sjálv/ur ella sum bólkur, og vit hjálpa tær í gongd við at spæla eitt av okkara mongu borðspølum, og ikki minst tey tú sjálv/ur hevur við.

Afturat hesum fer Býarbókasavnið at leggja fram fleiri spennandi bøkur og borðspøl, sum eru til láns fyri limir hjá Býarbókasavninum.

Vit hava ráðført okkum við myndugleikunum um, hvussu vit best kunnu verja okkum móti møguligari smittu. Tilmælini verða lýst nærri í tiltakinum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

09 Jul - 23 Jul Every: Tue
18:00 - 21:00

Thu
18:00 - 21:00

Price

Free