25 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Verkstovur

‘Branda’ tína ferðavinnufyritøku

x
Book now

Munurin millum marknaðarføring og branding er sera týdningarmikil, tá talan er um at samskifta við málbólkar. Í stuttum kann sigast, at marknaðarføring snýr seg um at fáa tína vøru út á marknaðin, t.d. við lýsingum, á sosialum miðlum, umvegis heimasíður osfr., ímeðan brandið fortelur, hvør tín fyritøka er og hvat hon umboðar. Áðrenn tú byrjar at marknaðarføra, hevur tað stóran týdning, at tú ert greið/ur yvir, hvat títt brand er, ella við øðrum orðum, hvat tín vøra umboðar og harvið, hví fólk skulu keypa frá júst tær.

Á fyrilestrinum fer Sissal Kjartansdóttir Kristiansen at greiða frá, hvussu fyritøkur í ferðavinnuni kunnu ‘branda’ seg á talgildu miðlunum. Sissal er Cand. Merc. innan Design & Communication Management og hevur alla sína yrkisleið arbeitt við branding, re-branding og samleika – bæði í egnari fyritøku og sum undirvísari og ráðgevi.
Fyrilesturin er ætlaður teimum, sum arbeiða innan ferðavinnu, og ynskja at gerast enn betri at ‘branda’ sína fyritøku á talgildu miðlunum. Hann er eisini egnaður teimum, sum vilja vita meira um evnið, ella ynskja at fara undir ferðavinnuvirksemi.

Fyrilesturin verður hósdagin, 25. februar frá kl. 15:00 til 16:30 í Smæruni. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 23. februar.
Tilfar frá øðrum fyrilestrum, sum hava verið, er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

25 Feb

Price

Book now Free