23 Oct
Eysturoy
0 DKK
Ráðstevnur

Brexit, møguleikar og avbjóðingar

x
Book now

Málið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna í samband við Brexit, og hvussu Føroyar koma at standa í skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit og onnur lond, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi. Eisini er ætlanin at koma inn á hví samvinnan við Stóra Bretland ikki er størri, enn hon er.

Fyrilestrarnir fara at lýsa støðuna í samband við Brexit frá trimum ymiskum sjónarhornum, og hava vit tí fingið tveir útlendskar og ein føroyskan fyrilestrarhaldara til at lýsa støðuna. Fyrilestrarnir verða:

Føroyska sjónarhornið: “Møguleikar hjá føroyskum tænastu fyritøkum í Bretlandi” Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Bretlandi.

Íslendska sjónarhornið: “Uttanríkisráðharri og altjóða menningarsamstarv”
Guðlaugur þór þórðarson, uttanríkisráðharri í Íslandi

Bretska sjónarhornið: “Framtíðar handil og fíggjarligt samstarv millum Stóra Bretland og Føroyar” Emma Hopkins, bretsk sendikvinna í Danmark

Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við fólkum, sum kenna til støðuna millum Stóra Bretland og Føroyar, soleiðis sum hon er í dag, og sum kunna reflektera yvir hvussu tað er ynskiligt at støðan verður framyvir og hvussu komið verður hartil. Áhoyrararnir fáa høvi at verða við í kjakinum.

Ráðstevnan er almenn, men orsaka av korona-tilmælunum sleppa bert 100 luttakarar til ráðstevnuna, meiri kunning og tilmelding er at finna á www.faroexpo.fo.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

23 Oct

Price

Book now

0 DKK