15 Feb
Sandoy
300 DKK
Verkstovur

Bryggja ingiferale & kombucha

x

Ger gerað te til gerandiste. Leygardagin 15. februar fara vit á Mat og Moldmentanarháskúlanum aftur at bryggja – bæði kombucha og ingiferale. Kombucha er gerað te – tað er smásøtt, smásúrt og ótrúliga lekkurt – og harafturat er tað gott fyri magan. Og hvør elskar ikki ginger ale? Kom á skeið og uppliv hvussu tað bløðrar.

Á skeiðinum fara vit millum annað at:

  • Hoyra um hvat kombucha er

  • Læra at bryggja kombucha – vit royna bæði fyrstu og aðru fermentatión

  • Læra um villger

  • Læra at bryggja ingiferale

Við tær heim fært tú: Eitt sindur av kombucha. Nógva vitan. Ein kombucha SCOBY og ein ingifersøl-startara – alt tað tú hevur tørv á fyri at bryggja meira heima.

Lærari: Ingilín D. Strøm

Dato: 15. februar 2020, kl. 12 – 15

Støði: Grundskeið

Næmingatal: Í mesta lagi 12 næmingar

Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 300 kr (Við í prísinum er skeiðsluttøka og tilfar)

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@moldmentan.fo.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Mørkin Mikla 5
210 Sandur
Sandoy

Date

15 Feb 12:00 - 15:00

Price

300 DKK