Hósdagin 12. desembur verður vinnurák aftur á skránni, hesaferð við evninum: BURÐARDYGD – ÍBLÁSTUR OG AMBOÐ.
Tað er Ana Elisenda Holden-Peters, sum starvast sum Group Sustainability Lead hjá Bakkafrost, ið leiðir Vinnurákið, sum verður hildið á enskum.
Er fyritøkan ella arbeiðsplássið tú starvast í júst byrjað at arbeida vid burdardygd, ella eru tit longu í gongd, so er hetta vinnurák fyri teg/tykkum. Krøvini frá umheiminum gerast alsamt størri og tørvurin á broytingum og ymsum góðkenningum vaksandi. Kom og hoyr Ana Elisenda, sum hevur fleiri ára royndir innan arbeiði við burðardygd, bæði úr hennara heimlandi Onglandi og eisini úr Føroyum.
Um tú kundi hugsað tær íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum hósdagin 12. desembur 2019 frá kl. 13-16.
Luttøkukostnaður er 650 kr. íroknað mvg.