15 Nov
Sandoy
500 - 3500 DKK
Matur & Drekka

Burðardygg matgerð og njótilsi - uttan matoyðsl! 15-19 Novembur

x
Book now

Á hesum fimm-daga skeiðnum læra vit at matgerða undirmettu stykkini av seyðinum samanvið nýupptiknum føroyskum grønmeti og massar av kærleika. Vit taka grøði upp, bretta upp ermar og langa stoypijarnsgrýtuarnar á borðið og matgerða tað, ið aloftast verður tveitt burtur.

Tjógv og bøgir heingja vit at ræsa, meðan vit kasta okkum yvir teir meira undirmettu bitarnar, eitt nú hjørtu, hvítanýru, ryggjastykki, riv, livur og fótamør.

Málið er smakkgóðar máltíðir, og at borga fyri tí, hava vit fingið kokkin Gutta Winther at læra frá sær.

Á hesum skeiðnum fara vit millum annað at: 

  • Taka grønmeti upp og læra um smakk og kraft

  • Læra um grundleggjandi matgerð, hugtøk og kokkasnildir

  • Gera rullusteik, hjartagrýtu, paté og nógv annað

Lærari: Gutti Winther
Dato: 15. – 19. november 2021
Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30.  Les meira um gerandisdagin á háskúlanum her.
Støði: Grundskeið
Longd: Fimm dagar
Næmingatal: 12
Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.

Prísur: 3.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum her). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 3.000 kr. Eisini er gjørligt at hava børn við, tey kosta 500 kr.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy

Date

15 Nov

Price

Book now

Við gisting 3500 DKK

Uttan gisting 3000 DKK

Fyri børn 500 DKK