‘Burðardygg matgerð og njótilsi - uttan matoyðsl!
Fimm daga skeið við Gutta Winther á Mat & Moldmentunarháskúlanum á Sandi.
Visit Faroe Islands bjóðar sum liður í fyrilestrarøðini ‘Burðardygg matgerð í ferðavinnuni’ skeiðið ‘Burðardygg matgerð og njótilsi – uttan matoyðsl!’ fyri hálvan prís til fólk í ferðavinnuni.
Stutt um skeiðið:
Á hesum fimm-daga skeiðnum læra vit at matgerða undirmettu stykkini av seyðinum samanvið nýupptiknum føroyskum grønmeti og massar av kærleika. Vit taka grøði upp, bretta upp ermar og langa stoypijarnsgrýtuarnar á borðið og matgerða tað, ið aloftast verður tveitt burtur.
Málið er smakkgóðar máltíðir, og at borga fyri tí, hava vit fingið kokkin Gutta Winther at læra frá sær.
Skriva títt navn, navn á fyritøkuni og hvussu tú ert tengdur at ferðavinnuni til alda@vistfaroeislands.com fyri at melda teg til skeiðið. Kostnaður er helvtarprísur 1500kr pr. luttakara.
Seinasta freist at melda til er 13. november á midnátt.
Les meira um skeiði her.
Address
Mat & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy
Date
15 Nov - 19 Nov
Every:
Mon
08:15 - 15:30
Price
1500 DKK