05 Sep - 08 Sep
Eysturoy
70 - 340 DKK
Matur & Drekka

Café við Leif Sørensen í Mentanarhúsinum

x

Á Mentanardøgunum í ár fer Leif Sørensen at hava café í Mentanarhúsinum.

Yvirlit yvir upplatingartíðir:

Hósdag: kl. 15 – 21

Fríggjadag: kl. 12 – 21

Leygardagin: kl. 09 – 21

Sunnudagin: kl. 12 – 17

Hann byrjar altso longu hósdagin, og um kvøldið vera fleiri leskiligir nátturðarættir og salat verða at velja ímillum fyri ein sámuligan prís. Hetta er eitt upplagt kvøld hjá familjuni at taka sær av løttum í hugnaligum kørmum, áðrenn Mentanardagarnir av álvara byrja.

Fríggjadagin verður longu opið á døgurða við góðum rættum at velja ímillum, so her er upplagt hjá arbeiðsplássum at fara út at eta saman ella hjá vinfólkum at hittast eina løtu.

Opið er allan dagin við góðum tilboðum, og um kvøldið ber til at fáa sær eina tvey- ella trý-rætta úrvalsmatarskrá áðrenn konsertina hjá Eivør Pálsdóttir.

Leygardagin er kaféin opin allan dagin, og byrjað verður við einum góðum brunch-borðið.
Seinnapartin er kaffi og køkur á skránni, og um kvøldið er aftur ein góð tvey- ella trý-rætta matarskrá.

Sunnudagin ber aftur til at fara út at eta ein góðan døgurða við tveimum ella trimum rættum ella at fáa kaffi og køku.

Av tí at matarlepin broytist hvønn dag, ber til at eta hjá Leif fleiri ferðir og framvegis royna okkurt nýtt.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

5 Sep 2019 15:00 - 21:00
6 Sep 2019 12:00 - 21:00
7 Sep 2019 09:00 - 21:00
8 Sep 2019 12:00 - 17:00

Price

70 DKK

340 DKK