18 Nov - 22 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Filmar

Coco

x

Coco er ein animatións-filmur um familju, dreymin um at gerast tónleikari og søguna, familjan ber við sær. 12 ára gamli Miguel Rivera droymir um at gerast víðagitin tónleikari, og hansara stóra fyrimynd er Ernesto de la Cruz, sáli. Men tónleikur hevur verið bannaður í familjuni, síðan langabbin, Hector Rivera, sveik langommuna fyri nógvum árum síðani.

Tá ið tað verður kunngjørt, at ein talentkapping fer at vera á “degnum teirra deyðu” (Meksikanskur halgidagur), ger Miguel av, at hann vil taka lut – kosta hvat tað kosta vil. Hann fer á kirkjugarðin eftir guittarinum hjá Ernesto, sum stendur í gravkamarinum, og so fer mangt og hvat at henda.

Hóast Miguel fer at vitja tey deyðu, er søgan skemtilig, spennandi og framúr.

Pixar Animation Studios og Walt disney Pictures hava framleitt filmin Coco í 2017. Síðan hevur filmurin vunnið fleiri heiðurslønir, millum annað ein Oskar, Golden Globe, BAFTA Award og fleiri aðrar.

Aldursmark: 7 ár

Tað er rættindahavarafelagsskapurin Fjølrit, ið hevur tikið stig til at vísa Coco.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

18 Nov 2020 18:30
22 Nov 2020 13:00

Price

Free