26 May
Tórshavn (capital)
Free
Annað
Palllist

Det er alltid en tråd en plass

x
Book now
Sjónleikurin verður vístur á stórskíggja í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis, tó krevst tilmelding her á síðuni.

ÍDet er alltid en tråd en plassfáa vit eitt heilt serligt innlit í lívið hjá persónum við demens. Í hesi dokumentarisku sýning fylgir palllistabólkurin Kompani Krapp fimm persónum við demens yvir tvey ár á Bergen Røde Kors sykehjem. Høvuðspersónarnir deila sínar tankar og poetisku tekstir frá ellisheiminum, og hesi møtini og hesar upplivingarnar, verða miðlaðar ígjønum film og ljóð í sýningini.  

Kompani Krapp og Verdighetsenteret, sum standa aftanfyri sýningina, vilja breiða vitanina um og fatanina av demens meira út. Tey vilja siga eina eitt sindur øðrvísi søgu um sjúkuna. Demens verður ofta lýst ígjøgnum tap, isolasjón, einsemi og stóru fíggjarligu avleiðingarnar ein demenssjúklingur hevur á samfelagið. Hendan sýningin vendir heldur sjóneykuni ímóti tí fríska, sum er eftir í sjúklingum, sum liva við demens. Vónin er, at meira vitan gevur betri fatan.  

Det handler om å bli sett, lyttet til og hørt. Men det handler også om å se og møte andre med nysgjerrighet – de du møter for første gang eller de du har kjent et helt livsigur Kristine Nordby Simonsen, ein av stigtakarunum til Kompani Krapp. 

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 May 17:00

Price

Book now Free