13 Mar
Suðuroy
800 DKK
Matur & Drekka
Tónleikur

Døgurði við tónleiki og upplestri

x
Leygardagin 13. mars koma Lea og Sissal Kampmann Heim í Stovu í Hvalba at spæla sangir og lesa yrkingar, tær hava skrivað meðan tær hava verið í Føroyum. Tekstir, ið taka støðið í tí heimsbroytingini, vit øll eru vitni til í dag.
Framførslan verður í stovuni afturvið døgurðanum.
Matarskráin er hendan:
Grønlandsrækjur v heimagjørdum aioli, ristaðum rugbreyði, citrón og dildolju. Vit bjóða hvítvín afturvið.
Lambakjøt á grønkáli og karamelliseraðum leyki, bakað eplamos og appelsin/fennikel salat. Vit bjóða reyðvín afturvið.
Rabarbutrifli v nøtuknasi
Kaffi og smákøkur. Vit bjóða portvín afturvið.
Harumframt kemur Heiðrikur á Heygum at spæla okkurt lag saman við Leu.
Prísur: 800 kr.
Tiltakið byrjar kl .19
Avmarkað pláss.

Address

Heima í Stovu

Bíarvegur 91
850 Hvalba
Suðuroy

Date

13 Mar 19:00

Price

800 DKK