Sigl við Draganum
Summarið er farið at halla, og hevur tú enn ikki verið við Draganum norður um Kallin, so er tað nú 🌞🇫🇴❤️
Hvønn týsdag siglir prýðiliga seglskipið Dragin við ferðafólkum norður um Kalsoynna, og leggur sjálvandi eisini leiðina framvið Kópakonuni 😲
Dragin siglir heilt til Kalsvíkar, har tað viðhvørt ikki hoyrist mannamál, fyri ritunum sum karra 😁 tað skal upplivast!
Suppa og kaffi er eisini at fáa á túrinum ☕️
Nær? Hvønn týsdag kl 18.
Hvar? Frá Varpabrúnni í Klaksvík.
Hvussu nógv? Í minsta lagi 10 fólk, og heilt upp til 30 fólk.
Prísur? 500kr.
Teknið tykkum til túrin á Norðoya kunningarstovu. Kom inn á gólvið, ring til 456939, skriva teldupost til info@klaksvik.fo ella send okkum eini boð á facebook 😉
Hesin túrurin skal upplivast! 👌
Address
Seglskipið Dragin
Traðagøta 27
700 Klaksvík
Norðoyggjar
Date
16 Jun - 08 Sep
Every:
Tue
18:00
Price
500 DKK