27 Oct - 28 Oct
Tórshavn (capital)
150 DKK
Filmar

Drive in Bio á Skálatrøð

x
Book now

Tak børnini við á eina spennandi útferð, har ævintýraleiðin gongur til vælumtóktu djórini í Vallbakkaskóginum. Lítla familjan tøtt ballað saman í bilinum umgird av teppum og pútum – ljóðar tað ikki bara hugnaligt?

Djórini í Vallbakkaskóginum er norskur animatiónsfilmur frá 2016 og baseraður á vældámdu barnabókina hjá Thorbjørn Egner. Klintrimús og Skógmús Mortan búgva í Vallbakkaskóginum saman við øllum teirra djóravinum, men Mikkjal Revur hevur ein keðiligan vana at vilja eta øll tey djórini, ið eru minni enn hann. Tað eydnast ikki, og Mikkjal Revur verður so svangur, at hann roynir at stjala køkur frá Haruper Bakarameistara, men ístaðin fær hann fatur á miseydnaðu piparkøkunum hjá bakaralærlinginum við alt ov nógvum pipari í. Við góðari hjálp fær Skógmús Mortan ásett eina lóg, ið noktar djórunum at eta hvønn annan.

Høvi verður at keypa ymiskt leskiligt afturvið sýningini.
Vit lata upp hálvan tíma áðrenn sýning. Vinaliga møtið í góðari tíð.

Longd: 73 minuttir
Mál: Danskt

Kostnaður: 150 kr per bil

Address

Skálatrøð

Skálatrøð
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

27 Oct 2020 19:00
28 Oct 2020 19:00

Price

Book now

150 150 DKK