10 May
Vágar
250 DKK
Tónleikur

Dupultkonsert við Northern Assembly og Blátt Gras

x

Dupultkonsert við Northern Assembly og Blátt Gras í Gamla Skúla í Sørvági.

Atgongumerkir eru tøk á atgongumerki.fo. Prísurin er 250kr/persón.

Um Northern Assembly

Northern Assembly er ein neo-folk kvartett ið fortelur hugvekjandi søgum um rótloysi og lívs­játtan tónum, har ‘rootless folk’ helst er besti mátin at lýsa huglagið. Northern Assembly heftir seg ikki við nakran ávísan tónleikastíl, men roynir í staðin seta ljóð á ein longsul eftir at finna eitt stað at kalla heim.

Fyrsta útgávan, ‘Death, won’t you marry me’ kom út fyrst í 2018, og hevur verið nógv spæld í útvarpinum bæði í Danmark og Føroyum.

Tittillagið fekk framúr ummæli í Kvørnin sendingini hjá Kringvarpinum, og ein long grein varð skrivað í Dimmalætting um hendan sjáldsama tónleikabólk. Videoið til sangin, við Hjørleif, abba Dinu, í høvuðsleiklutinum, er vorðið eitt hit á youtube.

Nú opnast fleiri og fleiri hurðar fyri hendan forvitnisliga neo-folk bólkin. Í Danmark spæla tey regluliga fyri fullum húsum og eru aktivir gestir á festivalum í Danmark og uttanlands. Bólkurin hevur eisini verið á konsertferðum m.a. í Suður Korea og Sveis.

Nú er túrurin komin til Føroyar, sum er heimið hjá hálvføroysku forsangarinnuni, Dinu Dáni­alsdóttir. Í Føroyum eru tær fáu røturnar sum eru at finna í Northern Assembly rótloysinum. Tað hoyrist eisini væl í tónleikinum, og ikki minst í einglaligu røddini hjá Dinu. Eitt upplivilsi fyri tónleikaelskarar og tey sum vilja fáa ein nýggjan vinkul upp á sín norðurlendska samleika.

Northern Assembly eru:

Dinu Dánialsdóttir– vocals, mandolin, piano

Andreas Bevan – vocals – guitar
Jens Hedegaard – drums, vocals
Jesper Smalbro – double bass, vocals

Um Blátt Gras

Bólkurin Blátt Gras varð stovnaður á vetri í 2012. Sangirnir hjá Blátt Gras snúgva seg um kærleika, gerandislív og um Jesus Kristus, og løgini eru eitt bland av inniligum kærleikssangum og glaðum tónleiki.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av “bluegrass”, sum er tónleikur ið upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoniirnar við fleiri røddum. Teirra framførðslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.

Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast “Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast “Framvegis”.

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.

Address

Gamli Skúli

Skúlabrekka 4
380 Sørvágur
Vágar

Date

10 May 20:00 - 21:30

Price

Fyri hvønn 250 DKK