Earth Hour í Fuglafirði
Leygarkvøldið 26. mars kl. 20.30 – 21.30 er Earth Hour og í Fuglafjarðar kommunu vera gøtuljós og onnur ljós sløkt hendan tíman, so minnist til endurskin og kanska lummalykt, um tit ganga úti.
Eitt Earth Hour tiltak verður í Fuglafjarðar kirkju, har Borgfríð Fonsdal Johannesen og Beinta Ingeborg Greve syngja og Julia Fonsdal Højgaard spælir klaver, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan byrjar kl. 20.30 og varar í áleið 1/2 tíma. Fólk vera biðin um at ansa sær, meðan tey ganga ella koyra til og frá kirkju, tí úti er bølamyrkt.
Í ár hevur Reyði Krossur Føroyar eina stuðulskonsert fyri Ukraina í sjónvarpinum sunnudagin eftir Earth Hour. Tí fer ein bússa at standa frammi í kirkjuni, so fólk kunnu lata ‘streymleysan’ stuðul til Ukraina. Innkomni peningurin fer óskerdur til Reyða Kross.
Ætlandi vera einastu ljósini á havnalagnum tvær siloir, sum verða upplýstar við gulum og bláum, í samkenslu við og til minnis um stríðið hjá ukrainum.
Address
Fuglafjarðar kirkja
Kirkjuvegur 20
530 Fuglafjørður
Eysturoy
Date
26 Mar 20:30