23 Oct
Eysturoy
Free
Matur & Drekka
Tónleikur

Easy livin við Gjógv

x
Book now

Í samband við at tónleikabólkurin Deiggj fylti 40 ár í september, verður enn einaferð skipað fyri Easy livin´ og føðingardegin við Gjógv, leygarkvøldið 23. oktober. Seinast hetta sera vælumtókta og deiliga bygdasliga tiltak varð fyriskipað, var í 2019, tá eisini fyrrverandi bassleikarin Paul Newton, var serligur gestur hjá Deiggj. Í ár verður, umframt Uriah Heep temaið, eisini eitt Deiggj tema og annað í deiggjararnir hava spælt seinnu árini, m.a. Gasolin sett og okkurt annað krem frá 70´unum.
Deiggj høvdu í september tvær stórar vælumtóktar konsertir, sum báðar vóru útseldar. Tann fyrra í SALT á Tvøroyri og hin á tiltakinum Rokkur í Vestmanna á Vestmanna døgum. Nú er túrurin so komin til Gjáar.
Easy livin´ við Gjógv 23. oktober
Easy livin´við Gjógv var fyrstu ferð fyriskipað í 2015 og er hetta sum sagt fimtu ferð, at Gjáargarður og Deiggj skipa fyri tiltakinum. Tiltakið leggur upp til hugna og at taka tað róligt saman við vinum og kenningum og góðum klassiskum rock´n roll tónleiki. Føroyingar kring alt landið hava leitað sær til Gjáar, at minnast og fagna tónleikinum frá 70´unum og nú eisini nýggjari løg hjá Deiggj, sum hava rundað tey fýrati.
Umframt konsert og dans verður eisini annað á skránni t.d. ein sokallað heepbuffet á Gjáargarði áðrenn konsertina, eins og ljósini í Gjónni verða tendrað.
Undanfarin ár hevur verið útselt til gisting og buffet á Gjáargarði. Summi velja at gista í privatum húsum og enntá hevur onkur verið við kampingvogni til Easy livin’ við Gjógv

Address

Gjáargarður

Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy

Date

23 Oct

Price

Book now Free