26 Oct
Eysturoy
298 DKK
Festivalar
Matur & Drekka
Tónleikur

Easy livin´við Gjógv

x
Book now

Hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri bygdasliga 70 ´ára rokktiltakinum “Easy livin við Gjógv” saman við Gjáargarði.

Áhugin fyri “Easy livin við Gjógv” hevur verið sera stórur. Hugskotið aftanfyri tiltakið er at hugna sær eitt vikuskiftið við Gjógv saman við góðum vinum og kenningum, og minnast aftur á tónarnar hjá Uriah Heep.
Umframt konsert og dans verða eisini onnur tiltøk við Gjógv m.a. tann stóra heepbuffe´in. Vanliga er skjótt útselt til gisting á Gjáargarði, so tað er at skunda sær. Summi gista privat og enntá hevur onkur verið við kampingvogni til Easy livin við Gjógv undanfarin ár.

Paul Newton (ex Uriah Heep) verður serligur gestur.
Okkara serligi gestur, Paul Newton, spældi bass á trimum teimum fyrstu Uriah Heep plátunum, Very ‘eavy… Very ‘umble., Salisbury, og Look at Yourself. Hann spælir eitt nú bassin á løgunum Gyspy, Look at Yourself, July Morning og t.d. Lady in black. Paul Newton luttekur ofta á teimum sokallaðu Heepvention tiltøkum.

Konsert og dansur í Bygdarhúsinum
Á skránni hjá Deiggj verða fleiri av teimum kendastu Uriah Heep løgunum og Paul Newton spælir við á summum. Aftaná konsertina yvirtekur Gissur Patursson pallin og spælur tónleik frá 70´unum.

Nógv verður gjørt burturúr at hugna og prýða Bygdarhúsið og gera tann rætta 70´ára stemningin m.a. við livandi ljósum, lavalampum, plakatum og tí, sum myndaði 70´ini. Eisini er møguleiki at vitja Kaffihúsið við Gjónna.

Í løtuni eru ljósini í Gjónni sløkt, men verða aftur tendrað til Easy livin´við Gjógv.

Atgongumerki verða ikki seld við dyrnar. Far inn á heimsasíðuna hjá Gjáargarði og keyp atgongumerki við ella uttan gisting ella bara konsert www.gjaargardur.fo.
Far inn á deiggj.com har ber til at keypa ymisk atgongumerki til Easy livin´við Gjógv.

Address

Gjáargarður

Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy

Date

26 Oct 19:30

Price

Book now

Konsert/dansur 298 DKK