18 Sep
Tórshavn (capital)
200 - 300 DKK
Tónleikur

Eivør

x
Útgávukonsert fyri ‘Segl’ – ÚTSELT

Prís: 300,- / 200,- (lesandi og ung u/18) 

Eivør hevur seinastu árini arbeitt við at skriva og framleiða tilfar til fløguna Segl, ið kemur út 18. September og í sambandi við fløguútgávuna var konsertferð planløgd um stórar partar av Europa, har Føroyar var fyrst á skránni. Tað sum stendur eftir av hesari konsertferðini, nú Korona hevur gjørt um seg, eru konsertirnar í Norðurlandahúsinum, alt annað er fyribils avlýst.

Konsertirnar í Norðurlandahúsinum:

Fríggjakvøldið 18. september kl. 17
Fríggjakvøldið 18. september kl. 20
Leygardagin 19. september kl. 16
Leygarkvøldið 19. september kl. 20.

Sunnukvøldið 19. september kl. 20.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at frumframføra løg av nýggju útgávuni, og umframt tað, vera eisini nakrir av hennara eldri sangum at hoyra. Við sær á pall hevur hon ein bólk, ið er samansettur av Mikael Blak, bass, Per Ingvaldi Højgaard, trummur og sum nýggir í bólkinum er Mattias Kapnas, tangentar og Theodor Kapnas handan ljóðpultin.

SEGL er nýggjunda soloútgávan hjá Eivør, tekstirnir eru á enskum og á føroyskum. Sjálv sigur at Eivør, at hettar nokk er hennara mest samstarvsríka útgáva Fløgan er framleidd saman við Trónda Bogasyni, Høgna Lisberg og øðrum framleiðarum kring heimin, millum annað Daniel Heath, ið eisini hevur framleitt fyri millum annað Lanu Del Rey. Á Fløguni eru eisini gestaframførslur við m.a. Ásgeir Trausta.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

18 Sep

Price

Vanligt 300 DKK

lesandi og ung u/18 200 DKK