18 Sep
Eysturoy
250 DKK
Tónleikur

EIVØR & BLÍV í Tøting

x
Book now

***Leygarkvøldið 18. Sep. kl. 20.30 í Tøting***
Atgongumerki á 250 kr.
Limir í Grót 150 kr.
Børn 14 ár og yngri 50 kr.
fáast til keyps á https://gfestival.fo/168
Dyrnar lata upp kl. 19.30

Eivør:
Eivør kemur nú heimaftur í Tøting, her hon ikki hevur spælt í nøkur ár. Við frálíka bólki sínum, fer hon at framføra løg av nýggjast útgávuni Segl, umframt eitt úrval av hennara eldru sangum.
Aftaná konsertina í Norðurlandahúsinum skrivaði ummælari soleiðið: “Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving”.
Við sær á pallin hevur hon ein sterkan bólk, mannaður av Mikael Blak, Mattiasi Kapnas og Per I. Højgaard Petersen.

Blív – Útgávukonsert:
Blív er ein verkætlan hjá Høgna Kragesteen, sum hevur skriva løgini yvir eitt tíðarskeið á áleið 20 ár.
Mikael Blak hevur framleitt tónleikin og nú er útgávan klár. Saman við sera dugnaligum tónleikarum, verður spennandi at hoyra eitt nýtt navn við nýggjum tónleiki á palli í Tøting.
Blív spælir eksistentiellan pop. Løgini eru sprottin úr sterkum kenslum. Orðini lýsa góðar og minnið góðar støður í lívinum.
Hesi mynda Blív:
Høgni Kragesteen
Mikael Blak
Mattias Kapnas
Heðin Ziska Davidsen
Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Guðrið Hansdóttir

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

18 Sep 20:30

Price

Book now

Members 150 250 DKK