01 May
Eysturoy
350 DKK
Tónleikur

EIVØR Í LØKSHØLL

x
Book now

Í september 2020 kom fløgan Segl hjá Eivør út. Eftir ætlanini skuldi Eivør á stóra Europa turne, men orsaka av koronu bleiv alt avlýst, uttan konsertirnar í Norðurlandahúsinum, har tað vóru 5 konsertir við 100 áhoyrarum til hvørja. Aftaná konsertina í Norðurlandahúsinum skrivaði ummælari soleiðið: “Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving”.

Nú fáa so nakrir føroyingar afturat  høvi at hoyra Eivør við bólki m.a. framføra tilfar av Segl, tá Eivør tann 1. mai fer á pall í Løkshøll. Við sær á pallin hevur hon ein sterkan bólk, mannaður av Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at framføra løg av nýggjast útgávuni, og umframt tað verður eisini eitt úrval av hennara eldru sangum at hoyra.

Konsertin í Løkshøll verður tann fyrsta av vónandi mongum konsertum í 2021, har Eivør við bólki serliga fer at framføra tilfar av nýggjastu fløguni.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

01 May 21:00 - 22:15

Price

Book now

350 DKK