03 May - 05 May
Eysturoy
3598 - 3998 DKK
Verkstovur

ELDRASKEIÐ VIÐ GJÓGV

x

Til øll 60+ !
Unna tær sjálvum eina uppiborna mini-feriu, lær nakað nýtt, et heilsugóðan mat og njót góða samveru saman við øðrum góðum fólki á Gjáargarði.
Skeið og vælverudagar 60+ við Gjógv 3. – 5. mai
Á hesum skeiði og vælverudøgum kanst tú njóta lívið, vøkru náttúruna og læra nakað nýtt.
Fyrsta dagin er lending: Innskriving er kl. 14.00 og aftaná ein góðan kaffimunn er søguligur gongutúrur í bygdini við staðkendum ferðaleiðara. Síðani er egin tíð og kl. 18.00 er lættur døgurði. kl. 19 – 21.30 er innleiðsla og kvirra í Gjáar kirkju.
Leygarmorgun, aftaná ein heilsugóðan morgunmat, er mjúk úrspenning. Tit vakna væl til góðar dansitónar. Síðani er frálæra við støði í nýggja bóklinginum “FLUFFY – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing” hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara.
Tú lærir og venur kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær orku, javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum. Gongutúrar við venjingum í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum. Tíð er sett av til hvíld og egintíð. Kvøldið endar við hugnaligum felags sangi og góðanátt venjing.
Sunnudagin er aftur morgunvenjing og frálæran endar kl. 12.00. Tit njóta síðani ein felags miðmála saman. 60+ skeið og vælverudagar enda kl. 14.00.
Kostnaður fyri hvønn í deildum dupultkamari 3.598,-
Kostnaður fyri einkultkamar 3.998,-
Bílegging og spurningar info@greengate.fo ella ring til okkara á tlf. 350520
Meira kunning https://www.greengate.fo/fo

Address

Gjáargarður

Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy

Date

3 May 2021 14:00 - 00:00
4 May 2021
5 May 2021 - 14:00

Price

Deilt dupultkamar 3598 DKK

Einkultkamar 3998 DKK

Organiser

GreenGate Incoming

Website
(+298) 350520
info@greengate.fo