18 Oct - 31 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Elina Brotherus (FI)

x
Framsýning: Video 2

Gakk fleiri ferðir framvið einum træi, tó hvørja ferð á ein nýggjan hátt. Hetta eru leikreglurnar – í einum av videoverkunum hjá Elina Brotherus.

Gakk á rennibreytini. Bint so nógvar ballónir fastar á kroppin sum møguligt. Renn 200 metrar. Hetta eru leikreglurnar í einum øðrum av hennara videoverkum.

18. – 31. oktober sýna vit fimm verk eftir Elina Brothers úr videorøðini Règle du jeu (leikreglur). Her ber til at síggja Elina Brotherus fylgja ymiskum leikreglum, ið onnur listafólk hava brúkt í teirra leikverkum. M.a. rennur hon ein túr við ballónum og við ymiskum gongulagi gongur hon fleiri ferðir framvið einum træi.

Elina Brotherus (f. 1972) er ein heimskend myndakvinna og filmslistakvinna úr Finnlandi. Verk hennara eru oftani sjálvbiografisk og snúgva seg um listarligu skapanina. Hon lýsir oftani mannakroppin í list síni, og  tilknýtið, sum mannakroppurin hevur til náttúrina, ting, aðrar kroppar og listina.

Elina Brotherus:
elinabrotherus.com
Instagram

Video 2
Veturin 2021-22 sýnir Norðurlandahúsið  í Føroyum verk, ið tíggju framúrskarandi norðurlendsk videolistafólk hava skapað. Takk til Elinu Brotherus (FI), J. Tobias Anderson (SE), Lillibeth Cuenca Rasmussen (DK), Egill Sæbjørnsson (IS), Jón Sonna Jensen (FO), Torbjørn Rødland (NO), Ann-Sofi Sidén (SE), Aldu Mohr Eyðunardóttir (FO), Lauri Astala (FI) og Sabinu Jacobsson (NO).

Videolistin
Videolistin er nakað serligt. Hon hevur flutt tíð og rørslu inn í myndlistina, hevur givið hugskotinum og hugtakinum nýtt pláss, tikið tøknina við og knýtt myndlistina at filmi og dansi, performance og yrkingarlist. Videolistin hevur samantvinnað aktivismu og listaligt arbeiði, káma mørkini millum listina og samfelagið hon verður til í, og so hevur hon víst, hvussu tætt skyld listin og kritiskur hugsunarháttur eru.

Síðan hon sá dagsins ljós í 1960-unum, hevur videolistin gjørt royndir við ymsum formligum arbeiðshættum, ið styrkja kritiskan hugsunarhátt. Listagreinin var altíð so leikandi og smidlig, at tað bar til at arbeiða granskandi og opið, royna nýtt umaftur og umaftur, menna uttan íhald. Ikki ólíkt tí vísindaliga arbeiðsháttinum.  Teir reglubundnu, greinandi og grundandi tættirnir í listaligu tilgongdini gjørdust meira sjónligir við videolistini. Tó vóru hesar dygdirnar, sum vit vanliga seta í samband við kritiskan hugsunarhátt, tengdar at einum villum, serum og sniðfundigum undirstreymið, sum vildi spreingja mørk. Hendan frálíka og sermerkta blandingin sæst enn í nógvari videolist.

Á henda hátt venur videolistin okkum at síggja heimin úr nýggjum hornum, at síggja nýggjar møguleikar, síggja tað, ið ikki beinleiðis er sjónligt. Hon lærir okkum at ivast, seta spurningar, finna nýggj tankamynstur og síggja nýggjar samanhangir, tí videolistin er ikki einans áhugað í, hvussu veruleikin sær út, men eisini í hvussu vit fata veruleikan. Spurnartekin verða alsamt sett við óskrivaðar reglur, virði og fastar fatanir í tí fjølbroyttu videolistini, har kritiskur hugsunarháttur altíð krevst.

Tí kritiskur hugsunarháttur treytar sjálvransakan og grundan. Okkum tørvar hann fyri at skapa meining, fáa innlit í okkum sjálv og okkara virði, í umhvørvi okkara og náttúruna, í hvønn annan og samfelagið. Á henda hátt skapar videolistin grundarlag fyri bæði samkenslu og siðfrøði.

Video fyri aðru ferð
Hetta er aðru ferð, at vit ogna hesi listagreinini ein heilan vetur. Myrku hálvuna í 2018-19 hevði Norðurlandahúsið eina líknandi framsýningarrøð við tíggju sýningum. Hvør einstøk gav okkum íblástur at arbeiða víðari við hesi tilfarssøru, talgildu listagrein, sum loyvir okkum, hóast farsóttin herjar, at røkka hvør øðrum við færri umhvørvisárinum.

Fyrsta røðin skapti sambond við nýggj listafólk og nýggjar áskoðarar, nýtt samskifti millum bygningin og listina, og nýggj møti millum ymsar listagreinar. Tí hýsir Norðurlandahúsið enn eina ferð heilar tíggju sýningar við videolistafólkum, ið teljast millum tey fremstu í Norðurlondum.

 

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

18 Oct - 31 Oct Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free