Endasýning: Wonder Boy
Book nowLeikstjóri/Director: Anissa Bonnefont
2019 | Frankaríki/France | 99 min
Franskt, enskt | Enskir undirtekstir
French, English | English subtitles
Sum 25 ára gamal verður Olivier Rousteing listaligur stjóri hjá tí franska marglætismótamerkinum Balmain. Tíggju ár seinni hevur tað eydnast honum at føra Balmain upp á hægstu tindar, hann hevur sniðgivið kjólar til J.Lo, Rihannu og Beyoncé. Wonderboy lovar hyggjaranum at síggja dagliga lívið hjá Rousteing, og myndatólið verður ein trúnaðarvinur, sum hann opnar seg meir og meir fyri um hvat, ið ørkymlar og drívur hann. Natúrliga fólkatekki hjá Rousteing fjalir ein lívlangan fjarhuga – hugin at finna biologisku móðurina. Tørvurin at læra um sín uppruna verður samantvinnaður við tørvin at vera illa gitin: Hann er plágaður av kensluni, at biologiska mamman onkran dagin fer at kenna hann aftur og gera krav upp á hann. Ein sannførandi heimildarfilmur um ein mann, sum umhugsar, hvør hann er og hvaðani hann kemur.
Address
Havnar Bio
Tinghúsvegur 8
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
27 Jul
Organiser
Faroe Islands International Minority Film Festival
Website(+298) 263213
danhelgi@fimff.org