Gooseboy – danskur familjufilmur
Viggo elskar at spæla telduspøl. Tað er tað besta í øllum heiminum. Men ein dagin fær hann okkurt heilt annað at hugsa um. Ein gás dettur niður á altanina hjá honum – ein gás sum tosar væl at merkja. Gásin er desperat at røkka sínum vinum, men hon hevur fingið skaða í veingin. Nú er Viggo noyddur at hjálpa nýggja vininum og fer á eina ótrúliga ferð – eina ferð, ið krevur nógv meira, enn hann hevði ímyndað sær.
Leikstjórn: Steen Rasmussen og Michael Wikke
Atgongumerki: 40 kr.
Mál: Danskt
Undirtekstur: Enkst
Longd: 87 min
Einki aldursmark