22 Nov
Sandoy
200 - 1800 DKK
Matur & Drekka

Fermentera grønmeti 22-23 novembur

x
Book now

Vit gáa ikki um tað, men nógv av tí, vit eta, er fermenterað. Til dømis kaffi, ostar, pylsur, jogurt og sjálvsagt er ræst kjøt og ræstur fiskur eisini eitt slag av fermentering.

Á hesum skeiði okkara fermentera vit grønmeti. Tá eru tað natúrligu mjólkasýrubakteriurnar á plantuni, sum fara undir eina gering, og sum skapa ein intensan og djúpan smakk. Samstundis økist haldførið av grønmetinum.

Fermenterað grønmeti er eitt litríkt, vælsmakkandi og heilsugott ískoyti til gerandismat okkara og kann eisini krydda tað siðbundnu føroysku matmentanina sum eitt nú stoktan náta, ræst kjøt og ræstan fisk.

Júst nú spríkir vakur og spelkin grønmetisvøkstur úr moldini á Sandi, sum tú kanst koma og taka upp og læra at goyma í krukkum, til hann hevur fingið eyðkenda fermenteringssmakkin. Hann er lættur at elska!

Tá tú hevur verið á fermenteringsskeiði, hevur tú fleiri góðar grannar til siðbundnu súltaðu røturnar á hillini!

Á skeiðnum fara vit millum annað:

  • Taka grønmeti upp og tosa um grønmeti og føroyska matmentan

  • Fermentera kálsløg, rótmeti, kraut og kimchi og fáa hugskot til hvussu tað kann nýtast

  • Fáa grundleggjandi vitan um lactofermentering og hví lactofermenteraður matur er góður fyri okkum

  • Gera okkara egnu vørulýsingar og tosa um týdningin av vørulýsingum í samband við matframleiðslu

  • Eftir lokið skeið, fáa tit sjálvsakt alt, ið tit fermentera við tykkum heim

Lærari: Snorri Patursson
Dato: 22. – 23. november
Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08:15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á her.
Støði: Grundskeið
Longd: 2 dagar
Næmingatal: Í mesta lagið 14 næmingar
Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 1.800 kr pr. persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, alt grønmeti, ið verður tikið upp, egin fermentering, gisting á Ísansgarði, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi). Vit hava 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.600 kr. Um tit ynskja at hava børn við, eru 4 pláss tøk og kosta tey 200 kr.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy

Date

22 Nov

Price

Book now

Við gisting 1800 DKK

Uttan gisting 1600 DKK

Fyri børn 200 DKK