21 Nov
Norðoyggjar
Free
Myndlist

ANKER MORTENSEN Í GAMLA SEGLHÚSINUM

x

Sunnudagin 21. november 2021 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn at røða.

 

Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.

 

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 16. desember 2021.

 

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

 

Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 15:00 til 18:00

 

Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar.

 

Víst verður til Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru https://korona.fo/tilmaeli?_l=fo

Address

Gamla Seglhúsið

Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

21 Nov 16:00

Price

Free