04 Jul
Eysturoy
Free
Myndlist

Fernisering í Gallarí Glæman

x

Hóskvøldið 4. juli verður spennandi fernisering av listaframsýning við ungu listakvinnuni Elin J. Larsen, ið sýnir fram málningar og kollasjur.

Elin Larsen er 24 ára gomul og er uppvaksin í Fuglafirði. Hon hevur altíð teknað og málað nógv sum barn, men er ordiliga byrjað aftur í fjør. Elin hevur sýnt fram í Berglon og á Varmkeldu framsýningini, men hetta verður fyrstu ferð, at hon sýnir fram sjálv.

Elin arbeiðir við vatnmáling, pennum og akryl máling, og tað verður alt málað á pappír.

Íblásturin hjá Elin kemur frá egnum royndun við at uppliva stress, tunglyndi. Kenslurnar man gongur við, so sum ótti, sorg, freistingar, og hvussu man kann koma víðari frá tí. Málningarnir/kollasjurnar lýsa ein gongd gjøgnum alt hetta – upp og niður túrar.

Address

Gallarí Glæman

Tróndargøta 18
512 Norðragøta
Eysturoy

Date

04 Jul 18:00

Price

Free