24 Jun
Eysturoy
Free
Myndlist

Fernisering í Miðstaðarlundini - Varmakelduframsýningin

x

Varmakelduframsýningin verður 50 ár í ár, og tí fara uml. 50 listafólk at hava framsýningar, sum fara at húsast í fleiri hølum í Fuglafirði.

Ferniseringin til hetta listabrakið verður, um viðrar, í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Hetta er skráin:
Kl. 16 – 19 Matur og drekka verður at fáa úr Asian Food Truck, Street Food (Ræstkjøtaburgarin) og úr uttandurakaféini Hjallurin
Kl. 17 Frits Johannesen heldur røðu, Sonni á Horni ber heilsu fram og Fuglafjarðar hornorkestur spælur.

Tann stóra listaframsýningin verður opin frá 24. juni til 8. juli. Her eru áleið 50 listafólk umboðað, og framsýningar vera á fleiri ymsum støðum: í Ribarhúsi, Norðoya Sparikassa, Mentanarhúsinum, Lonini, barnaskúlanum í gamla FK og í komandi ráðshúsinum í gamla Eik.

Framsýningin verður opin allar dagar frá kl. 16 – 20.

Address

Kunningarstovan í Fuglafirði

í Støð
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

24 Jun 16:00 - 19:00

Price

Free

Organiser

Ribarhús

Website