Festívalhöll Konsert
Book nowAfturljóð av sangunum fer at hoyrast um allan miðgarð!
Hamradun: Bólkurin spælur smittandi harðan rokktónleik við djúpum rótum í gomlum, føroyskum kvæðum og søgum eins og við íblástri frá norrønu grannunum. Hamradun fortelur gomlu søgurnar og kvæðini við nútímans ljóðføri og geva teimum nýtt lív.
Frænde: Við fornum ljóðførum og vøkrum sangi úr norrønum fólkavísum, eddukvæðum og gandaráðum, verður lurtarin tikin aftur í tíðina við daprum søgum um eydnuleysan kærleika, stríðshugaðar bardagar og gandakendar rúnasangir. Kom við aftur í tíðina við aldargomlum tónum og dansi í heitu glæmu bálsins.
Jürghinn: Hesin ikoniski bólkur spælir máttmiklan suðurstats- og stoner rock, helst ílætnir wifebeater undirtroyggjur og við einari fløsku av bourbon í hond. Tónleikurin verður ikki bara hoyrdur, men eisini føldur langt út um pallin, tí skjálvtin frá hesum trimum monnum kennist eins og ein argur, seksbeintur rúmdar-mammuttur.
Atgongumerki til konsertina gevur eisini dagspass til Víkingatorgið.
Address
Reinsaríið og Perlan
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
Date
02 Jul 19:30