30 Apr - 30 Apr
Tórshavn (capital)
50 - 100 DKK

FIGURA Ensemble (DK/FO)

x
FIGURA Ensemble og mezzosopranin Stina Schmidt framføra tónleik eftir Trónd Bogason.

Konsertin hjá FIGURA Ensemble saman við solistinum Stina Schmidt er ein portrettkonsert av tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, sum FIGURA hevur samstarva við í fleiri ár.

Stina Schmidt hevur seinastu árini gjørt vart við seg sum ein av dugnaligastu og mest nýttu mezzosopranunum. Hon ferðast uttan trupulleikar millum ymsar genrur. Við síni sterku útstráling og smidligu, ljósu rødd fevnir hon um eina breidd av tónleiki frá gomlum barokki til samtíðartónleik.

Tróndur Bogason hevur røtur í bæði rútmiskum og siðbundnum føroyskum tónleiki, og hann hóskar sera væl saman við eksperimentarandi FIGURA ensemblinum. Á hesari konsertini spæla tey m.a. verkini Phytagoras børn, Night Time, Kugellampen og Når jeg betænker.

FIGURA Ensemble hevur júst hátíðarhildið at 25 ár eru liðin, síðan tað varð sett á stovn. Bólkurin hevur øll árini granska tónleikin og møguleikarnar í tónleikinum fyri at ríka um lívið hjá áhoyrarum í øllum aldrum og geva teimum nýggjar og spennandi upplivingar. FIGURA er ein týdningarmikil spælari í tónlistalívinum, sum í sera nógv ár hevur megnað at halda fast í bæði forvitninum og stevinum hjá samtíðini. FIGURA hevur serliga gjørt vart við seg innan nútímans tónleikapalllist, har tey hava frumframført eina ørgrynnu av nógv róstum sýningum, m.a. bl.a. MIKI Alone (eftir Peter Bruun), The Motion Demon (eftir Steingrímur Rohloff) og Kabaret (eftir Per Nørgård, Rasmus Zwicki, Anders Brødsgaard, Hanns Eisler/Kurt Weill).

FIGURA eigur virðisløntu verkætlanina Små Komponister: kreativar tónlistaverkstovur fyri børn og fingu í 2009 saman við Corona La Balance ein Reumert fyri ársins barnasjónleik fyri Historien om en mor. Í 2017 varð FIGURA Ensemble í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.

FIGURA hevur altíð havt eitt serligt tilknýti til Føroyar. Klarinettisturin og listarligi leiðarin í bólkinum Anna Klett er føroyingur og bólkurin hevur fyrr ferðast í Føroyum við operuni Stillevejsbump, umframt at tey fleiri ferð hava verið partir av Listaleypinum. FIGURA hevur spælt saman við Aldubáruni og samstarva við føroyska kórið í Keypmannahavn Mpiri.

Luttakarar:

Stina Schmidt, mezzosopran

Jón Festirstein, bratsj

Anna Klett, klarinett

Jesper Egelund, kontrabass

Frans Hansen, slagverk

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

30 Apr

Price

Vaksin 100 DKK

Lesandi 50 DKK